info
Ongi úrslit

VIDEO: Geza bjargaði Grimsby í yvirtíðini - vunnu aftaná brotsspørk

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Stafford-Grimsby Town 5-6 (3-3 - 2-2)

Mynd: Grimsby Town
Heri Á. Simonsen
8. november 2026 kl. 16:45

Tað gekk akkurát hjá liðnum hjá David Geza Turi, Grimsby Town at vinna seg víðari til annað høvuðsumfarið í FA Cup steypakappingini.

Grimsby, ið spælir í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two hevði eitt tungt hoyggj á útivølli móti Stafford, ið spælir í sættubestu ensku fótbóltsdeildini.

Stafford legði seg á odda longu í triðja minutti av dystinum, og beint undan steðginum øktu teir til 2-0. Í seinna hálvleiki vaknaði Grimsby, og Harvey Rodgers í 74. minutti og Maldini Kacurri í 76. minutti syrgdu fyri, at Grimsby slapp til longda leiktíð.

Tað gingu bert tríggir minuttir av longdu leiktíðini, so legði heimaliðið seg á odda 3-2. Men í 105. minutti fintaði Geza verjuna hjá Stafford, og setti bóltin framvið málverjanum, og bjargaði harvið Grimsby møguleikan at sleppa til brotssparkskapping.

Grimsby skoraði upp á trý av fýra brotsspørk, meðan heimaliðið sum vóru fyrstir at skjóta brendu trý av fimm brotsspørkum. Geza var ikki millum brotssparksskjúttarnar.

Tað stóð á gomlum nøglum, men Geza og liðfelagarnir komu upp á turt.

Sambært Sofascore var Geza besti leikarin á vøllinum. Fyri leikliga avrikið fær hann toppkarakterin 8,8 (av 10 møguligum).

HER ber til at síggja málini og avgerandi brotsspørkini. Njótið málið hjá Geza:

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

8 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan