info
Ongi úrslit

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

Føroya Fiskimannafelag: Í 2025 gjørdu Føroya Fiskimannafelag og Føroya Fólkaháskúli samstarvsavtalu um at skipa fyri skeiði í trolbøting á háskúlanum.

Eirikur Lindenskov
9. november 2026 kl. 18:58

Tað kemur alt ov ofta fyri, at ungfólk halda seg aftur við at fara til skips, tí tey ikki duga at bøta trol.

– Føroya Fiskimannafelag tók tí stig til at „bøta“ um hetta, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Við avtaluni við háskúlan varð møguligt at bjóða skeiðið í einum skúlaumhvørvi við góðum hølisviðurskiftum.

Í 2025 varð skeiðið fullteknað beinanvegin.

Jan Højgaard sigur, at fyrimunirnir við at hava skeiðið á háskúlanum eru sløtt gólv og hugnaligar umstøður.

– Umborð er ofta trupult at læra seg grundleggjandi teknikkin at bøta trol, sigur Jan Højgaard.

Aftur í ár er fullteknað. Pláss er fyri 16 luttakarum.Á skeiðnum verður arbeitt við at bøta vanligt net, eitt nú hol og tungur, seta stykkir í og møguliga spleysa og gera ymiskar knútar.

Stóra fimleikarhøllin á háskúlanum verður karmur um sjálva trolbøtingina, og undirvísingin fer fram í skúlastovunum í niðaru hædd.

Skeiðsdagarnir eru mikudagin 11. og hósdagin 12. november frá kl. 17 til 21 báðar dagarnar.

Á skránni eru undirvísing, ein máltíð og kaffi.

Myndirnar eru frá skeiðnum í 2025.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan
Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

9 tímar síðan