info
Ongi úrslit
© Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
Aqqaluaq B. Egede, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði mánadagin fram fíggjarlógaravtaluna fyri 2027. Við avtaluni verður foreldragjaldið til dagstovnar tikið av.

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

Foreldragjaldið til dagstovnar verður tikið av við nýggju fíggjarlógaravtaluni í Grønlandi. Tiltakið kostar landskassanum 37 milliónir krónur um árið.

Eirikur Lindenskov
9. november 2026 kl. 20:30

Foreldur í Grønlandi skulu framyvir ikki gjalda fyri at hava børn síni á dagstovni.

Tað er eitt av tiltøkunum í avtaluni um fíggjarlógina fyri 2027, sum teir tríggir landsstýrisflokkarnir og andstøðuflokkurin Siumut hava gjørt mánadagin.

Avtalan varð løgd fram á tíðindafundi seinnapartin, skrivar grønlendski miðilin KNR.

– Eg haldi tað hava sera stóran týdning, at vit kunnu standa saman, sigur Aqqaluaq B. Egede úr Inuit Ataqatigiit, sum er landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq metir hann avtaluna um at taka foreldragjaldið av sum eitt stórt úrslit.

– Landskassin fer at gjalda fyri hetta, og tað kostar nógvar pengar, men vit meta tað sum eitt stórt úrslit, sigur hann við blaðið.

Í fíggjarlógaravtaluni er kostnaðurin settur til 37 milliónir krónur um árið.

Eisini verður møguligt hjá pensjónistum at hava eina eykainntøku, uttan at pensjónin verður skerd, skrivar Sermitsiaq.

Teir fýra flokkarnir, sum nú hava gjørt avtaluna, stóðu eisini aftan fyri fíggjarlógaravtaluna fyri 2026. Tá var Siumut tó partur av landsstýrinum.

Nú eru Demokraatit, Atassut og Inuit Ataqatigiit í landsstýrinum. Teir hava meiriluta í grønlendska tinginum, Inatsisartut.

Eins og í fjør er andstøðuflokkurin Naleraq einasti flokkur á tingi, sum ikki er við í avtaluni. Flokkurin var tó við í samráðingunum fram til mánamorgunin, upplýsir Aqqaluaq B. Egede.

Við fíggjarlógaravtaluni verða tilsamans umleið 556 milliónir krónur settar av til íløgur og tiltøk næstu fýra árini. Størsti einstaki posturin er 218 milliónir krónur í heildarveiting til grønlendsku kommunurnar.

Hetta er øðrvísi enn fíggjarlógaravtalan fyri 2026, tá dentur varð lagdur á at tryggja grønlendska búskapin við fleiri táttingum.

Árliga fíggjarætlanin hjá grønlendska landskassanum er umleið átta milliardir krónur. Umleið helvtin kemur úr Danmark sum heildarveiting.

Vøksturin í grønlendska búskapinum hevur verið um eitt prosent árliga í 2023, 2024 og 2025. Grønlendska Búskaparráðið væntar sambært eini frágreiðing frá september ein vøkstur á 1,3 prosent í 2026 og 1,5 prosent í 2027.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan
Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

9 tímar síðan