info
Ongi úrslit

Ási Dam avloysir Ara Olsen

Vendsyssel-spælarin hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova. Í staðin hevur Eyðun Klakstein úttikið Ása Dam úr HB

Mynd: Hans Erik Danielsen
Heri Á. Simonsen
9. november 2026 kl. 19:50

FSF skrivar:

- Fyri einari viku síðani kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia á útivølli og Moldova heima.

Millum teir 24 spælararnar á listanum hjá venjaranum var Ari Olsen, ið spælir fyri Vendsyssel FF í Danmark.

Men nú er greitt, at Ari Olsen kortini ikki verður við til komandi UEFA Nations League uppgávur. Ari hevur ein smávegis skaða at dragast við, og hevur tískil givið avboð.

Í staðin hevur Eyðun Klakstein úttikið Ása Dam úr HB.

Landsliðshópurin venur á Tórsvølli seinnapartin í dag og í morgin, báðar dagarnar klokkan 16:00, og mikumorgunin verður kósin sett ímóti Kosice í Slovakia.

Fríggjakvøldið spæla Slovakia og Føroyar á Košická Futbalová Aréna, og mánadagin 16. novembur klokkan 15:00 møtast Moldova og Føroyar á Tórsvølli.

Tað er ókeypis atgongd til dystin ímóti Moldova. Tó er neyðugt at øll skráseta seg fyri einum atgongumerki, sum fáast í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan
Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

9 tímar síðan