info
Ongi úrslit

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

Hví er tað týdningarmikið at lesa føroyskar bøkur? Hvussu geva vit børnum og ungum eitt størri orðfeingi? Og hvussu er tað at vera bókaummælari í Føroyum, har øll kenna øll? Hetta eru nøkur av evnunum á ársins Bókadøgum, sum fara av bakkastokki 14. og 15. novembur í Norðurlandahúsinum

Nanný J. Toftegaard
9. november 2026 kl. 17:30

Norðurlandahúsið skrivar at skráin fyri Bókadagar 2026 kunngjørd. Tað verða tveir dagar við bókmentum, samrøðum, upplestrum og ítrivum fyri bæði stór og smá, tá ið festivalurin savnar føroyskar og norðurlendskar rithøvundar, forløg, bókmentamiðlarar og lesarar.

Leygardagurin er fyrst og fremst fyri vaksin við einari skrá, sum varpar ljós á týdningin av bókmentum og korini hjá føroyska málinum. Til eitt orðaskifti um skíggjar og mál møtast fýra skarpar røddir fyri at kjakast um, hvussu talgildingin ávirkar málførleikar hjá børnum og ungum, og hvat vit kunnu gera fyri at styrkja lesihugin. Eitt annað pallborðsorðaskifti tekur upp grundleggjandi spurningin: Hví skulu vit lesa – meira? Her verður týdningurin av bókmentum fyri bæði menniskju og samfelag umrøddur.

Eisini verður sjóneykan sett á bókmentaummæli, tá ið Paula Gaard og danski ummælarin Lars Bukdahl fara at hava samrøðu um, hvat tað vil siga at ummæla bókmentir í Norðurlondum – og ikki minst í Føroyum.

Festivalurin fær vitjan av fleiri stórum, norðurlendskum rithøvundum. Danska Inger Smærup Sørensen fer at tosa um sína væl umtóktu skaldsøgu fru s við Lars Bukdahl, og íslendski rithøvundurin Hallgrímur Helgason fer at greiða frá sínum rithøvundavirksemi, harímillum skaldsøguni Tres kilo solskin. Eisini verður møguligt at hitta føroyska fjøllistamannin Heiðrik á Heygum, sum hevur givið gomlum, føroyskum søgnum nýtt lív við einari nútíðarligari, málsligari tillaging og egnum myndprýðingum.

Sunnudagurin er í størri mun ætlaður børnum og familjum. Her verður millum annað Handbók fyri superhetjur á skrá, og spennandi søgur verða vaktar til lívs við søguleikhúsi.

Henda dagin verður Ebbu-virðislønin 2026 eisini latin. Virðislønin, sum er á 25.000 krónur, verður á hvørjum ári handað einum ungum rithøvundi við serligum gávum og lovandi, bókmentaligum evnum og er við til at stuðla nýggjum røddum í føroyskum bókmentum.

Áðrenn Bókadagar veruliga fara í gongd, verður hitað upp við yrkingum í Blábar hóskvøldið og Ritsalon í Gallarí Havnará fríggjakvøldið.

Sí alla skránna her: https://www.nlh.fo/fo/tiltoek/bokadagar-2026

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan