info
Ongi úrslit

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

Hervør Pálsdóttir vil hava at vita, um aðrar loysnir eru á veg fyri barnakonur úr Suðuroynni, sum húsast í gestalonini á Eirargarði, áðrenn tær skulu føða.

Eirikur Lindenskov
9. november 2026 kl. 19:24

Eru umstøðurnar í gestalonini á Eirargarði nøktandi fyri barnakonur og onnur, sum húsast har?

Tað vil Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, hava Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, at svara í einum skrivligum fyrispurningi.

Hon spyr eisini, hvussu standurin er á bygningunum á Eirargarði, og um nakað arbeiði er í gongd við at finna onnur høli ella loysnir fyri barnakonur úr Suðuroynni.

Í viðmerkingunum vísir Hervør Pálsdóttir til eina samrøðu við forstjóran í Sjúkrahúsverkinum í útvarpinum 5. november.Sambært fyrispurninginum segði forstjórin, at bygningurin á Eirargarði, har gestalonin er, er í so ringum standi, at tað ikki loysir seg at umvæla hann. Hann metti eisini, at bygningurin væntandi bert kann brúkast í nøkur fá ár aftrat.

Barnakonur úr Suðuroynni húsast vanliga í gestalonini í eina til tvær vikur undan føðing. Ganga tær yvir tíð, kann uppihaldið gerast longri.

Hervør Pálsdóttir skrivar, at frá fólki, sum hava hildið til har, hoyrast søgur um, at umstøðurnar als ikki eru nøktandi ella virðiligar.

Við fyrispurninginum vil hon hava landsstýriskvinnuna at greiða frá hesum trupulleikum og upplýsa, um nøkur loysn er á veg.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan
Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

9 tímar síðan