info
Ongi úrslit

Thomas Bjørn Miezan skiftir til AB

Thomas Bjørn Miezan hevur spælt við EB/Streymi tvey tey undanfarnu kappingarárini

Mynd: Argja Bóltfelag
Heri Á. Simonsen
7. november 2026 kl. 22:25

AB brynjar seg til komandi kappingarár í Meistaradeildini hjá monnum.

Á facebookvanga felagsins skrivar AB:

- THOMAS BJØRN ER FYRSTA TILGONGDIN

Arbeiðið við at seta venjara- og leikarahóp saman til kappingarárið 2027 er í gongd í hesum døgum. Nakrar kunngerðir koma leypandi koma dagarnar, og vit byrja við fyrstu spælaratilgongdini.

Nýggjur maður í AB er 20 ára gamli Thomas Bjørn Miezan, sum síðstu tvey kappingarárini hevur spælt við EB/Streymi. Thomas Bjørn er ein álopssinnaður leikari, ið spælir bæði sum vongur og framherji. Styrkirnar í hansara spæli eru, at hann er skjótur, sterkur, ágangandi og bjóðar av.

Sáttmálin millum partarnar er galdandi fyri kappingarárini 2027 og 2028.

Ungi havnarmaðurin er uppvaksin í HB, har hann var eitt stórt talent á ungum árum. Á sumri 2022 skifti hann til FCK, ið hann umboðaði í ungdómsdeildum, áðrenn hann í 2024 kom aftur til Føroya at spæla við B68. Síðani hevur hann eisini verið eitt stutt skifti í B36 og seinni í EB/Streymi, men nú verður tað í AB-búnanum, at vit fara at síggja hann.

Okkara hópur hevur verið í smalara endanum í ár, og júst á teimum álopskendu plássunum manglaðu vit valmøguleikar til tíðir. Við Thomasi Bjørn í hópinum økist kappingin um plássini samstundis sum, at vit fáa eitt annað slag av spælara at seta inn. Enn er Thomas Bjørn somikið ungur, at hann framvegis kann betra seg nógv, og saman við venjaratoymi og viðleikarum skal hann fáa sum mest úr teimum evnum, ið vit vita búgva í honum.

Higartil hevur Thomas Bjørn Miezan spælt 45 dystir í Meistaradeildini. Hann hevur eisini umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum; seinast spældi hann við í U21-landsdysti ímóti Fraklandi fyri einum ári síðani.

Vælkomin til AB, Thomas Bjørn! Skrivar AB.

Kelda: FaroeSoccer

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

8 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan