info
Ongi úrslit

Liðið hjá Andriasi er ósigrað í fimm teimum seinastu dystunum

Hellas Verona er fýra stig frá næstovasta plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til Seriu A

Heri Á. Simonsen
7. november 2026 kl. 18:35

Aftaná eina haltandi kappingarbyrjan hava Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona stabilisera seg, og eru teir ósigraðir í fimm teimum seinastu dystunum í Seriu B.

Í dag gjørdist talan um javnleik 0-0 á útivølli móti fjórðfremsta liðnum, Mantova.

Liðini høvdu bóltin líka nógv, men Hellas Verona hevði fleiri royndir á málið hjá mótstøðuliðnum.

Fyri leikliga avrikið í dag fær Andrias karakterirnar: 7,2 frá Flashscore og 7,1 (av 10 møguligum) frá Sofascore.

Hellas Verona er nummar fimm í deildini við 16 stigum. Teir eru fýra stig frá Ascoli, ið er á øðrum plássinum sum gevur beinleiðis uppflyting til Seriu A við lokna kapping. Liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og átta spæla Play Off dystir um uppflyting.

Nú fer Andrias at fokusera upp á landsliðsuppgávurnar í Nations League móti Slovakia á útivølli komandi fríggjakvøld klokkan 19.45, og tríggjar dagar seinni á heimavølli móti Moldova.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

8 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan