info
Ongi úrslit

Saudiarabia steingir oljuleiðing eftir dronuálop

Ein stór oljuleiðing, sum flytur olju svarandi til fýra til fimm prosent av heimsins oljunýtslu, er fyribils stongd eftir dronuálop úr Irak.

Fylgisveinamynd vísir tjúkkan, svartan royk eftir eitt dronuálop við eystur-vestur-oljuleiðingina nær Medina. Mynd: European Union/Copernicus Sentin/Reuters
Eirikur Lindenskov
12. september 2026 kl. 08:25

Saudiarabia hevur fyribils stongt eina av sínum stóru oljuleiðingum eftir fleiri dronuálop í gjár.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Sambært saudiarabiska orkumálaráðnum er talan um eina trygdarfyriskipan. Eystur-vestur-oljuleiðingin er 1.200 kilometrar long og gongur tvørtur um Arabisku hálvoynna.

Seinastu mánaðirnar hevur hon sambært greinarum flutt millum fýra og fimm milliónir tunnur av olju um dagin. Tað svarar til umleið fýra til fimm prosent av heimsins oljunýtslu.

Leiðingin hevur tí havt stóran týdning fyri oljuútflutningin úr økinum, eftir at skipaferðslan gjøgnum Hormuzsundið hevur verið nógv skerd síðan februar orsakað av krígnum millum USA, Ísrael og Iran.

Fólk særd í álopunum

Saudiarabiska uttanríkisráðið upplýsti seint fríggjakvøldið á X, at oljuleiðingin var rakt nær høvuðsstaðnum Riyadh og býnum Medina.

– Álopini hava elvt til fólkaskaðar og ávísar materiellar skaðar, sum arbeitt verður við at bøta um, skrivar ráðið.

Sambært ráðnum vórðu dronurnar sendar úr Irak.

Skrivstovan hjá irakiska forsætisráðharranum, Ali al-Zaidi, váttar sambært AFP, at álopini vórðu framd av irakiskum øki. Forsætisráðharrin hevur fordømt álopini.

Skrivstovan upplýsir eisini á X, at ein herleiðari í landslutinum Maysan í landsynningspartinum av Irak er settur frá. Landsluturin hevur mark til Iran.

Irak hevur harumframt stongt marknaliðið Shalamcheh sum eina trygdarfyriskipan, upplýsa tvær ónevndar trygdarkeldur fyri Reuters. Um marknaliðið verða millum annað grønmeti og aðrar matvørur fluttar inn úr Iran.

Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av álopunum. Sambært Reuters er ógreitt, hvør stendur aftanfyri.

Fleiri shiamuslimskar militsir, sum stuðla Iran, virka í Irak.

Houthiar leggja eisini trýst á Saudiarabia

Álopini koma, samstundis sum Saudiarabia er undir trýsti frá houthirørsluni í Jemen.

Ónevndar keldur í jemensku stjórnini upplýstu fríggjadagin fyri AFP og Reuters, at houthiar høvdu tikið tríggjar hernaðarliga týdningarmiklar oyggjar.

Sambært keldunum merkir hetta, at rørslan nú hevur tamarhald á jemensku síðuni av Bab el-Mandeb-sundinum.

Sundið er ein týdningarmikil handilsleið hjá skipum, sum sigla til og frá Suezveitini.

Tvær ónevndar keldur við innliti í málið siga við Reuters, at saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman, hósdagin bað amerikanska forsetan, Donald Trump, um hjálp at berjast móti houthunum.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan