info
Ongi úrslit

Tað var Rebekka sum doyði á Gran Kanaria

Spanska løgreglan hevur sagt, at tey einki hava funnið, sum bendir á, at talan hevur verið um eitt brotsverk. - Deyðsorsøkin er ikki staðfest, og málið verður framvegis kannað

Vilmund Jacobsen
11. apríl 2026 kl. 22:45

15 ára gamla norska gentan, sum herfyri varð funnin deyð á Gran Kanaria, var Rebekka Andrine Osbakk Pedersen úr Sørfold í Noregi.

Saman við familju síni var hon og ferðaðist nærindis Puerto Rico-strondini í Mogan á Gran Kanaria.

Tað er Saltenposten í Noregi, sum kemur við hesari kunning í samráð við familju hennara.

- Hetta er ein stórur missur fyri alt lokalsamfelagið, sigur borgarstjórin í Sørfold, Kolbjørn Mathisen, við blaðið.

Áður hava vit skrivað her á In.fo, at hin 15 ára gamla gekk í framhaldsskúla.

Soleiðis, sum Saltenposten í Noregi nú skrivar, var hon eisini leiðari í ungdómsráðnum í Sørfold.

Rebekka Andrine Osbakk Pedersen varð funnin deyð leygardagin hin 28. mars, eftir at familjan hevði saknað hana henda morgunin.

Spanska løgreglan hevur sagt, at tey einki hava funnið, sum bendir á, at talan hevur verið um eitt brotsverk.

- Deyðsorsøkin er ikki staðfest, og málið verður framvegis kannað, vita norskir miðlar at siga.

Lesið eisini - Vitni sá gentuna stutt áðrenn líkið varð funnið

https://www.in.fo/news-detail/vitni-sa-gentuna-stutt-adrenn-likid-vard-funnid

 



 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

8 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan