info
Ongi úrslit

Minst 35 deyð eftir ferjueld á Filipsoyggjum

54 fólk eru framvegis saknað eftir eldin umborð á einari ferju mikukvøldið. Væntað verður, at talið á deyðum fer at hækka.

Eldur kom í ferjuna M/V June Aster við Coron í landslutinum Palawan á Filipsoyggjum. Savnsmynd: Philippine Coast Guard/Reuters
Eirikur Lindenskov
12. september 2026 kl. 10:32

Minst 35 fólk hava latið lív, eftir at eldur mikukvøldið kom í ferjuna M/V June Aster við Coron í landslutinum Palawan á Filipsoyggjum.

Tað upplýsir lokala sjóverjan fyri tíðindastovuni AFP.

Fyrst vórðu fimm fólk váttað deyð. Fríggjadagin vórðu líkini av 30 fólkum aftrat flutt til eina havn nær Coron.

Leygardagin sigur Noemie Cayabyab, talskvinna hjá sjóverjuni, at væntað verður, at talið á deyðum fer at hækka.

30 ferðafólk og 13 fólk úr manningini vórðu bjargað í land. Men 54 fólk eru framvegis saknað.

Enn er einki upplýst um tjóðskapin hjá ferðafólkunum.

Eldurin breiddi seg eftir fáum sekundum

Ferjan var farin úr Baseco í høvuðsstaðnum Manila og var á veg til Coron, tá eldur kom í.

Orsøkin til eldin er enn ókend.

– Í løtuni leggja vit dent á at fáa tey deyðu til lands. Síðan fara vit undir kanningararbeiðið, sigur Noemie Cayabyab leygardagin.

Hon hevur áður greitt einari lokalari útvarpsstøð frá, at eldurin byrjaði í lastarúminum og breiddi seg um alla ferjuna eftir fáum sekundum.

Frágreiðingin byggir á tað, sum tey, ið komu undan við lívinum, hava greitt frá.

Upptøkur, sum sjóverjan hevur almannakunngjørt, vísa stóran eld umborð á ferjuni.

Vælumtókt ferðamál

Coron er sambært BBC eitt vælumtókt ferðamál á Filipsoyggjum.

Oyggin við sama navni er kend fyri høgar klettar og klárt vatn, sum dregur kavarar úr øllum heiminum til sín. Serliga japansk skipsvrak frá seinna heimsbardaga eru væl kend millum kavarar.

Vanlukkur á sjónum eru ikki óvanligar á Filipsoyggjum.

Ferjur eru ein bíligur máti at flyta fólk og farm millum mongu oyggjarnar, og til summar teirra ber ikki til at ferðast við flogfari, skrivar BBC.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan