info
Ongi úrslit

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Okkara kæri granni, Kristina Poulsen, fødd Øre, var ættað úr Fuglafirði, dóttir Johnny og Vernu. Kristina giftist við skopuninginum, Vilhelm, og sum ung búsettust tey í Borgartúni uppi á Borg á Argjum og fingu 3 børn, Ragnar, Rannvá og Rógva. Kristina teknaði húsini, og Vilhelm smíðaði.

Eyðun á Borg
19. desember 2025 kl. 14:36

Í grannalagnum var Kristina tann fryntligi, savnandi og gestablíði persónurin. Mangan hava vit sitið væl og notið blíðskap í teirra snotiliga heimi, tá føðingardagar og merkisdagar vóru.

Kristina var sjúkrarøktarfrøðingur. Umframt tað yrkið, sum hon røkti til lítar, hevði hon eisini góðar gávur sum húsateknari. Hon hevur teknað fleiri hús og íbúðir. Ein tann seinasta uppgávan sum húsateknari var at tekna nýggju, stásiligu hús teirra í Heiðatúni, sum Vilhelm smíðaði einar 50 metrar heiman fyri gamla heimið í Borgartúni. Eitt valaverk.

Ófatilig er lívsins lagna. Ikki skilja vit, hví Kristinu ikki untist at sleppa at búgva í sínum nýggja heimi, men mátti leggja árarnar inn í góðum árum, bert 63 ára gomul, beint áðrenn hús teirra vóru liðug, húsini, sum hon hevði fyrireikað so væl út í minstu smálutir. Heldur ikki fata vit, hví henni ikki untist at síggja ommubarnið, sum er føtt, eftir at omman flutti yvir í aðra tilveru.

Á landssjúkrahúsinum starvaðist hon fyrst á føðideildini, har hon var við til at taka ímóti mongum lívsins undri. Seinni fór hon at arbeiða á barnadeildini. Starvsfelagar bera henni góð orð: Kristina var álítandi, hjálpsom og væl skipað, alt varð lagt væl til rættis. Kundi vera avgjørd og hevði sínar meiningar. Hon var eisini stuttlig og dugdi eisini at flenna at sær sjálvari. Dugnalig var hon á nógvum ymiskum økjum, og góð var hon við familju sína.

Onkur granni hevði uppihald á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn nakrar dagar á sumri í fjør. Har hittu vit Kristinu og systrina, Ebbu.  Hóast umstøðurnar hjá Kristinu, høvdu vit framvegis vónir um bjartari framtíð. Eitt gott ár seinni var Kristina ikki okkara millum meir. Undrandi spyrja vit, hví?

Kristina hevði umsorgan fyri øðrum, mintist væl føðingardagar og var ófør at binda okkurt plagg til nýføðingarnar, sum ikki vóru so fáir í grannalagnum.

Mállæruni hevði hon eisini áhuga fyri. Tá vit vitjaðu hana heimi á landssjúkrahúsinum í summar, fór hon at tosa um skriv á vegginum, har hon hevði gjørt vart við, at skyldskaparorð hava ir-ending í hvørfalli.

At vera úti í sólini og at ferðast dámdi henni væl. Nú er hon á øðrvísi sólgyltum strondum.

Nú nærkast jólaaftan. Hvønn einasta jólaaftan kom Kristina inn á gólvið hjá granna, sum fyllir á hesum degi. Við sær hevði hon heimagjørt marsipan og annað gott. Takk, góða Kristina! Tú kemur ikki at vitja hendan jólaaftan. Løgið. Vit sakna teg.

Góða Kristina! Takk fyri, at okkum untist at vera partur av lívsleið tíni!

Góðu Vilhelm, Ragnar, Rannvá, Rógvi, ommubørn, verbørn og Ebba!:

Harrin styrki tykkum í sorgini og sakninum!

Við sorgarkvøðu

grannar í Borgartúni

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

8 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan