info
Ongi úrslit

Eyðvarur Petersen 60 ár

- Í dag fyllir Eyðvarur 60 ár. Hann er eitt unikum allur, sum hann er. Bæði, tá vit hyggja inneftir og ikki minni, tá vit hyggja frameftir, skrivar Kristian Martin Petersen

Kristian Martin Petersen
20. mars 2026 kl. 08:10

Árini 2009-2011 sigldi eg við Norrønu saman við nógvum dugnaligum fólkum. Manningin taldi um 100 fólk, og ein av hesum var ein ungur, íðin framtaksmaður, sum bað meg hjálpa sær at gera fíggjarætlan, tí teir vóru nakrir heimasandsmenn, sum ætlaðu at keypa skip.

Har sótu vit báðir so á frívaktunum og funnu uppá tøl, sum bankin fór at eta. Tá kendi eg ikki stigtakaran aftanfyri tað heila, og hann sigldi heldur ikki við Norrønu.

Ein dagin lá Norrøna eina løtu á Havnini, og tá var høvi at renna niðan í ein av bankunum á fund, har tann framfýsni Eyðvarur Petersen eisini skuldi vera við – hann var líkasum høvdið í allari verkætlanini at keypa línuskipið Fugltúgvuna, sum tá hevði ligið í eitt tíðarskeið.

Fyrstu ferð, eg møtti hesum rokmikla manni, var á veg inn í bankan í januar 2010.

Vit vóru báðir í arbeiðsklæðum - hann í gummistivlum, ball aftanfyri oyrað og í vásaklæðum; eg í klædingi og blonkum skóm. Í hondini hevði hann tann nú legendariska Samkeyp-posan við teimum báðum skjølunum, sum hann tá átti. Annað skuldi vísa, hvussu ríkir stigtakararnir vóru, hitt var ólesiligt. Bæði skjølini eru til enn og liggja í skiparakamarinum í sama posa sum tá.

Í og út frá posanum byrjaði reiðaríið Sp/f 31.01.2011, sum í dag eigur næsta skipið við sama navni, nevniliga Sandshavið.

Tað eydnaðist heimasandsmonnunum at keypa Fugltúgvuna og fáa rakstur í skipið. Nógvar løtur hava verið ørkymlandi. Tað hevur ikki altíð gingið eftir vild, og tað tók mær tað mesta av einum ári at skilja sjargongina, tá sunnanmenn siga sína meining við rætta mannin á rætta staðnum, nær tað skal vera.

Eitt lærdi eg nokso skjótt, og tað er at varnast, tá ið teir siga “góði søti” upp í saman. Tá er nógv, sum kundi verið betri. Nógv tryggari føli eg meg, tá orðini falla soleiðis, at hugurin at skriva tey ikki er so góður. Tá plagar alt at vera í lagi - fyri ikki at siga gott.

Í dag fyllir Eyðvarur 60 ár. Hann er eitt unikum allur, sum hann er. Bæði, tá vit hyggja inneftir og ikki minni, tá vit hyggja frameftir. Ein íðin stuðul til mangt og hvat, og tær stuttligastu og eisini bestu samtalurnar um tey bleytaru virðini og Jesupápan við - ja, tær havi eg við hann. Tað er ikki av ongum, at hann á mínari telefon eitur Kona II.

Í eini handavend keypti hann bensinstøðina á Sandi, sum nú er Kioskin á Bakarínum, og fyri góðum ári síðan keypti hann Eldhús, sum er lívæðrin í allari matvøru- og tænastuveiting til heimasandsfólk og allar eysturbygdirnar. Fyrraárið keypti hann sær ein útróðrarbát.

Eyðvarur hevur eisini seyð og traðir, og hann er góður í ráðum til bæði gaman og álvara.

Myndin er ikki tøk

Stuttligt og læruríkt hevur verið at arbeiða saman við Eyðvara hesi 16 árini, sum Sandshavið hevur verið í vinnu. Mín uppgáva er at fáa tølini at passa, meðan hann stýrir virkseminum saman við góðu manningini á Sandshavinum.

Óteljandi ferðir hava vit gjørt í felags ørindum fyri skipið, og sum regul fara vit heimaftur við tí, sum vit settu okkum fyri at fáa burturúr - ella meira enn tað. Hann er snúðin, hevur innlit í øll viðkomandi viðurskifti og er menniskjakennari betri enn nakar annar.

Límið í øllum er konan Inge, sum heldur hús og heim og alt annað. Áðrenn eg havi fingið stundir at seta meg niður, so stendur altíð okkurt av tí besta á borðinum í heiminum undir Gøtuni 2 á Sandi, har tey búgva.

Hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum – Jesus fylgi tær!

Vinaliga
 Kristian Martin

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

8 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

9 tímar síðan