info
Ongi úrslit

Gjaldstovan og Nema gjørt av­talu um før­oysku tíð­ar­skrá­set­ing­ar­skip­an­ina Nema Tíð

Gjaldstovan og Nema hava gjørt avtalu um føroysku tíðarskrásetingarskipanina Nema Tíð. Hetta er fyrstu ferð, at Nema ger eina avtalu við tað almenna um eina av sínum egnu KT-loysnum. Avtalan er ein týðandi varði fyri Nema og gevur samstundis almennum stovnum ein nýggjan møguleika at velja eina føroyskt menta loysn til tíðarskráseting og umsiting av arbeiðstíð.

Lýsingargrein
4. november 2026 kl. 21:55

Nema Tíð er ment í Føroyum og tekur støði í føroyskum arbeiðsviðurskiftum. Skipanin savnar skráseting av arbeiðstíð, uppmøting, feriu, avspáking og yvirtíð á einum stað. Tað gevur betri yvirlit, ger umsitingina munandi lættari og minkar um manuelt arbeiði, so tíðarskrásetingin verður einfaldari og meira samanhangandi.

– Vit eru sera fegin um avtaluna við Gjaldstovuna. Vit hava arbeitt miðvíst við at menna og nútímansgera Nema Tíð, og nú fáa vit møguleikan at bjóða loysnina til almennu umsitingina. Hetta er ein stórur varði fyri okkum og ein viðurkenning av tí orku og arbeiði, vit hava lagt í at menna skipanina, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema.

Frá eldri tøkni til nútímans skýloysn (cloud-based)

Nema Tíð hevur verið ígjøgnum eina umfatandi tøkniliga menning. Skipanin er nú skýgrundað og kann brúkast á teldu, teldli og fartelefon. Tað merkir, at starvsfólk kunnu skráseta sína arbeiðstíð og fáa yvirlit yvir feriu og fráveru, uttan mun til hvar tey arbeiða.

Í menningini hevur dentur verið lagdur á brúkaravinsemi, trygd og smidligar arbeiðsgongdir. Loysnin kann tillagast ymiskum tørvi og er tí egnað til bæði smærri arbeiðspláss og stórar fyritøkur og stovnar við fløktari arbeiðstíðarskipan.Trygd er samstundis ein týðandi partur av virkseminum hjá Nema. Ein grundleggjandi fortreyt fyri, at talgildar skipanir og KT-umhvørvi virka sum ætlað, er, at trygdin er í lagi. Tí arbeiðir Nema miðvíst við KT-trygd og veitir millum annað trygdarloysnir og trygdarkanningar, sum hjálpa fyritøkum og stovnum at verja sínar skipanir og dátur.

Tá skipanir arbeiða saman

Ein serligur fyrimunur við Nema Tíð er møguleikin at knýta skipanina saman við øðrum tænastum hjá Nema.

Millum annað kann hon samvirka við HR-skipanina og lønarskipanina hjá Nema, umframt vekslaraloysnina Telavox, so upplýsingar um feriu og fráveru kunnu nýtast í telefoniskiftinum. Tað ger tað lættari at samskipa arbeiðsgongdir og tryggja, at uppringingar verða handfarnar rætt, eisini tá starvsfólk ikki eru til arbeiðis.

Nýtt stig fyri Nema

Avtalan við Gjaldstovuna er fyribils galdandi í trý ár. Fyri Nema er avtalan samstundis eitt týðandi stig í arbeiðinum at fáa føroyskt mentar KT-loysnir út á almenna marknaðin.

Nema gleðir seg at koma runt til stovnarnar við nýggju loysnini.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan