info
Ongi úrslit

Kodio – tí tað er lætt

- Vit eru spent upp á framtíðina. Vit eru við í einum geira, sum er í støðugari menning - og vit eru klár til at fylgja við. Vit óttast ikki fyri, at vitlíki skal gera okkum arbeiðsleys, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio

Vilmund Jacobsen
7. juli 2026 kl. 09:13

Hevur tú tørv á einum intraneti, heimasíðu ella einum grafiskum samleika?
So er Kodio til reiðar við tí røttu og løttu loysnini.
Røturnar ganga heilt aftur til 2003, tá ið Krea byrjaði sítt virksemi á einari skrivstovu í Runavík. Brøðurnir, Jaspur og Reimund Langgaard, keyptu Krea í 2015, og í 2024 legði felagið saman við Kodio. Í dag starvast útvið 20 fólk í felagnum.

Meðan intranet og lýsingarvirksemi eyðmerkti Krea, arbeiddi Kodio meira burturav við heimasíðum - og mentu sína egnu heimasíðuskipan. Skipanin er væl umtókt, serliga av tí, at brúkarin ger broytingar á síðuni sjálvari við at klikkja á tann partin, hann vil broyta, goyma tað - og broytingin er gjørd.

- Vit byrjaðu at menna intranet afturi í 2016, og tað vísti seg at vera góð undirtøka, bæði í Føroyum og uttanlands. Í dag hevur Intra 550 kundar og umleið 40.000 brúkarar, bæði í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Tað sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio. 

Grønland hevur verið ein sólskinssøga hjá felagnum, tí har hava fleiri størri og smærri kommunur valt at brúka skipanina, bæði til kommununa sjálva - og til skúlar, barnagarðar og annað.

Ein orsøk til góðu undirtøkuna er, at øll skipanin er týdd til grønlendskt - og kennist tí heimlig og fjálg hjá grønlendingum.

Intranet parturin í Danmark er sín egna søga við tað, at felagið keypti eitt verandi virki, sum er serliga ætlað læknastovum. Í dag hevur tann parturin 350 kundar og 20.000 brúkarar.

Nýggj útgáva av Intra ávegis 

- Vit eru í gongd við at gera eina nýggja útgávu av Intra. Hetta er ein stór verkætlan, tí tað er vorðið so stórt við tíðini, men vit gera tað stig fyri stig. Nýggja útgávan verður smidligari, snøggari, meira nútíðarhóskandi og sjálvandi tøk sum telduútgáva og sum ein app, sigur Jaspur Langgaard.

Keyptu Terminal
Seint í 2025 keypti Kodio felagið Terminal, sum er ein føroyskur heildarveitari av gjaldsloysnum.

Terminal arbeiðir við gjaldsloysnum, skipanum, terminalum og gjaldskortavtalum. Felagið hevur drúgvar royndir innan yrkið og eru eitt nú Verifone, Swedbank, og Vibrant samstarvsfelagar í Føroyum. 

Myndin er ikki tøk

Sum ein av fremstu aktørum á gjaldsmarknaðinum, leggur Terminal dent á at veita loysnir, ið skapa virði og gagn fyri teirra kundar. Terminal hevur veitt føroyskum fyritøkum fleiri enn 2000 gjaldsloysnir.

Klár til framtíðina 

- Vit eru spent upp á framtíðina. Vit eru við í einum geira, sum er í støðugari menning - og vit eru klár til at fylgja við. Vit óttast ikki fyri, at vitlíki skal gera okkum arbeiðsleys. Fyri okkum er tað bara eitt amboð, sum ger okkum dagin lættari. Sniðgevingin er heldur ikki í nøkrum vanda, tí vit síggja, at fólk seta enn stóran prís uppá, at búmerki og sniðgeving eru væl gjørd og gjøgnumhugsað - og gjørd við menniskjaligum kenslum og føroyskum brúkarum fyri eyga, leggur Jaspur Langgaard aftrat.

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

8 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan