info
Ongi úrslit

Vikuskiftið í París

Lokkandi ferðamál til vikuskiftisferðir

Petur Páll Mikkelsen
2. juli 2019 kl. 19:32
Sakaris Frederiksen frá Fonn Flog er í Paris í samband við, at Atlantsflog byrjaði nýggja rutufúgving. Hann er hugtikin av býnum og heldur, at hetta er eitt spennandi ferðamál til føroyingar. Paris er í hjartanum av Europa og gevur alskins møguleikar til ferðandi. Býurin sjálvur hevur ein hóp av áhugaverdum støðum at síggja. Nógvir kendir listamálarar hildu til í Paris og franska kollveltingin hevur havt stóra ávirkan á, hvussu vit hava skipað okkara fólkaræði í vesturheiminum. Sakaris er vanur at skipa fyri ferðum fyri Fonn Flog og heldur, at Paris er eitt lokkandi ferðamál fyri føroyskar bólkar, ið hava hug til eina vikuskiftisferð. Flogið verður mánadag, mikudag og fríggjadag, so tað er væl hóskandi til eina vikuskiftisferð, har tú fert úr Føroyum fríggjadag og kemur heim aftur mánadag. Fonn Flog hava longu nøkur tilboð um pakkaferðir og roknar við, at áhugi verður hjá  familjum við børnum at fara beinleiðis úr Vágum at vitja í Disneyland. Síðani nevnir hann møguleikan at brúka Paris sum millumstøð á veg til onnur ferðamál. Charles De Gaulle floghavnin er tann næststørsta í Europa og hevur beinleiðis flogsamband til nógv støð í heiminum, og við samstarvinum millum Atlantsflog og Air France tryggjar tað ferðandi føroyingum eitt gott og ómakaleyst tilboð. Saman um tikið er hann spentur um nýggja ferðamálið og , hvussu føroyingar fara at taka ímóti tí.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan