info
Ongi úrslit

Vígdis Finnbogadóttir hevur í dag 95 ára føðingardag

Hon var fyrsti kvinnuligi forseti í Europa og fyrsta kvinna at vera fólkaræðisliga valdur statsleiðari

Jóannes Hansen
15. apríl 2025 kl. 20:25

Í dag hevur Vígdis Finnbogadóttir 95 ára føðingardag. Hon var forseti í Íslandi í 16 ár - frá 1980 og  til 1996. Vígdis var fyrsti kvinnuligi forseti í Europa og harvið eisini í Íslandi, og hon var fyrsta kvinna at vera fólkaræðisliga vald at vera statsleiðari.

Vígdis Finnbogadóttir var fjórði forseti Íslands, eftir at landið varð skipað sum lýðveldi í 1944.

Hon var fødd og vaks upp í Reykjavík og leyk studentsprógv frá Mentanaskúlanum í Reykjavík í 1949. Vígdis las franskt mál og franskar bókmentir við lærdu háskúlarnar í Grenoble og Sorbonne í París frá 1949 til 1953, og so las hon leiklistasøgu í Svøríki og Danmark í eitt ár.

Í 1968 leyk hon BA prógv við Háskúla Íslands í fronskum og enskum.

Áðrenn hon í 1980 varð vald at vera forseti, arbeiddi Vígdis í mentanarlivinum í Reykjavík. Eitt nú undirvísti hon í fronskum máli og fronskum bókmentum, og so var hon stjóri í sjónleikarahúsinum Listahátíðar í Reykjavík, umframt at hon var ein av stovnarunum av Grímu í 1961 og týddi fleiri leikrit.

Í nýggjársrøðu síni í 1980 boðaði Kristján Eldjárn frá, at hann nú fór at gevast sum forseti.

Fleiri heittu á Vígdis um at bjóða seg fram at verða vald til forseta, og fyrsta februar í 1980 boðaði hon frá, at hon bjóðaði seg fram. Tríggir menn við royndum í politiska lívinum bjóðaðu seg eisini fram.

Vígdis Finnbogadóttir var fyrstu ferð vald 29. juni 1980. Talan var um rættiliga spennandi val. Vígdis fekk 33,8 % av atkvøðunum, og næstur henni var Guðlaugur Þorvaldsson, sum var semingsmaður, við 32,3 % av atkvøðunum. Hon var afturvald í 1984 og 1988 uttan mótvalevni. Í 1992 bjóðai ein húsmóðir í Vestmannaoyggjunum, Sigrún Þorsteinsdóttir, av. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at annað valevni bjóðaði forseta av. Vígdis vann valið við 92,7 % av atkvøðunum.

Tað vakti stóran ans uttanlands, at Vígdis vann forsetasessin. Eisini vakti tað ans, at hon var støk mamma, og at hon var fyrsta staka kvinna í Íslandi at ættleiða dóttir.

Vígdis Finnbogadóttir legði seg sum forseti eina við at halda seg uttanfyri partapolitikk og at vera savnandi fyri land og tjóð og ikki minst at vera verdugt umboð fyri Ísland uttanlands. At hon var fyrsti kvinnuligi forseti í Europa vakti ans, og hon varð bjóðað at vitja nógva staðni, og tá var hon umboð fyri íslendska vinnulívið og mentanarlívið, sum ferðaðust saman við henni.

Eftir at hon gavst sum forseti var Vígdis virkin innan eitt nú umhvørvis og náttúruvernd, og í ST høpi var hon virkin fyri at betra um kvinnurættindi. Á 80 ára degnum varð hon kosin heiðursborgari í Reykjavík, og bæði innanlands og uttanlands er hon heiðrað.

Í september 1987 var Vígdis Finnbogadóttir á almennari vitjan í Føroyum. Vertur var Atli P. Dam, sum tá var løgmaður.

Føroysku miðlarnar vóru ta ferðina  á einum máli um, at dámliga medferðin, stóra vitanin og stóri áhugin hjá Vígdis Finnbogadóttir í okkara mentan bergtók alla tjóðina.  Ikki minst børnini vóru hugtikin, tí hon tók sær góðar stundir til at práta við tey kring alt landið, skrivaðu bløðini.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan