info
Ongi úrslit

Tveir maskin­meist­arar burt­ur­vístir fyri at leggja á Eyðdis

Tveir maskinmeistarar hjá Smyril Line eru sendir til hús, tí teir løgdu á Eyðdis Hartmann Niclasen á jólafrokosti hjá Smyril Line

Eirikur Lindenskov
18. desember 2025 kl. 13:53

Frihedsbrevet skrivar í dag, at tveir maskinmeisarar hjá Smyril Line eru burturvístir frá arbeiði, tí teir løgdust á tingkvinnuna Eyðdis Hartmann Niclasen á jólafrokostinum hjá Smyril Line. Eyðdis Hartmann Niclase starvast hjá Smyril Line, har hon er »executive assistant« hjá stjóranum.
Frihedsbreveet skrivar, at menninir, sum sambært keldum vóru rættiliga fullir, vóru farnir at skelda Eyðdis Hartmann Niclasen fyri hennara støðu í abortmálinum, sum varð samtykt í Løgtinginum dagin fyri jólaborðhaldið.
Eyðdis Hartmann Niclasen hevði ein stóran leiklut í málinum, tí hon var ein av uppskotsstillarunum. Tað hevur fingið fleiri fólk at melda seg úr Sambandsflokkinum.

Myndin er ikki tøk

Sambært keldum hjá Frihedsbrevet var tað millum annað hetta, sum menninir á jólaborðhaldinum skeldaðu Eyðdis Hartmann fyri. Í atfinningum sínum blivu menninir tó so mikið ágangandi, at tað varð áfast millum partarnar og fólk máttu koma upp í millum fyri at verja løgtingskvinnuna.
Støðan gjørdist so ógvuslig, at løgreglan varð boðsend, skrivar Frihedsbrevet.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

8 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan