info
Ongi úrslit

Tøkk nú okkara høgt elskaði maður og pápi brádliga bleiv tikin frá okkum

Arnleyð Krosslá Hjelm, Barbara Krosslá Hjelm, Durita Krosslá Hjelm
31. mars 2025 kl. 21:54

Vit vilja av hjartanum takka fyri ta stóru hjálp, umsorgan og samkenslu, sum vit hava fingið í hesi sváru tíð, eftir okkara høgt elskaði maður og pápi, Hans Jacob, so bráddliga bleiv tikin frá okkum.
Vit eru sera rørdar av tí vøkru og virðiligu jarðarferðini, sum so mong tykkara vóru ein partur av. Takk til Patrik Conway de Neergaard og Steintóru Erhardsdóttir fyri vakrar minningartalur um hann. Takk til Ljómur, Jens, René, Jón, Fríða, Inga, Bernard og Jógvan fyri at syngja og spæla vakrir sangir, takk til Finnur fyri vakrir tónar, og takk til Ljóðtøkni. Takk til VB, FC Suðuroy, Vágs Kappróðrarfelag, SuSvim, Team Rynkeby og Ítróttarháskúlan.
Takk fyri kransar, blómur og gávur. Takk til Vágs Kommunu fyri stóru hjálpina, øll sum hjálptu til við Ervinum og tykkum sum góvu køkur og annað gott. Tað hevur verið ein troyst at vita, at vit ikki standa einsamallar, og rørandi at síggja, at Hans Jacob hevur sett síni spor hjá so mongum.
Takk til familju, vinir, grannar og øll onnur, sum hava hjálpt til, sent heilsur, deilt vøkur orð, ella á annan hátt víst okkum stuðul. Takk til tey sum hjálptu tá vanlukkan hendi, til løgreglu- og heilsustarvsfólk — vit hava stóra virðing fyri tí týdningarmikla arbeiði tit gera hvønn dag, fyri at hjálpa menniskjum í teirra mest sárbæru løtum. Takk til manningina umborð á Smyrli fyri hjálpina á túrinum suður. Takk til Tvøroyrar Hornorkestur fyri at spæla so vakurt á Krambatanga. Takk til øll, sum stóðu framvið vegnum suður til Vágs og til Nýggjársnevndina, sum stóð við blussi.
Tað hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri okkum at síggja, hvussu høgt okkara fantastiski maður og pápi var elskaður og virdur – ikki bert av okkum, men eisini av fólkum allastanið frá. Hjartans takk!
Orð eru fátøk...

Má Gud styrkja okkum øll
Arnleyð, Barbara og Durita 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan