Eitt forvitnisligt orkukvøld - tiltak um orkusparing - verður í Høllini í Norðurlandahúsinum mikudagin 24. apríl klokkan 19, og væntandi varir tiltakið til umleið klokkan 21.30. Hetta er eitt ókeypis kvøld men neyðugt er við tilmelding, sum kann gerast um heimasíðuna www.nlh.fo
– Vit fara at hoyra um nútímans húsabygging, har dentur verður lagdur á orkubrúk og inniumhvørvið. Tá tosað verður um nútímans húsabygging er neyðugt við nýhugsan - nevniliga, hvussu byggja vit eini nútímans og vælbjálvaði hús og samstundis fáa eitt gott inniumhvørvi, uttan fukttrupulleikar og blámusopp.
Ber til at sniðgeva eini slík hús, soleiðis at vit spara enn meiri orku?
Á skránni á orkukvøldinum verða fýra áhugaverdar framløgur, har møguleiki er at seta spurningar millum framløgurnar. Framløgurnar fara at snúgva seg um nýbygging og umbygging, umframt hvørji krøv eru galdandi.
– Haraftrat, sum nakað nýtt, fara vit at hyggja eftir veruligum dømum úr Føroyum, har tú og eg koma at síggja, hvar stóru upphæddirnar eru at spara, umframt hvat hetta merkir fyri inniumhvørvið, siga stigtakararnir, sum annars vísa til skránna fyri orkukvøldið, sum eisini kann lesast um heimasíðuna - www.nlh.fo
Orkukvøldið er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Áhugabólkin "Grøn Orka - Bygningar og Framleiðsla".
Orkusparandi - uttan trupulleikar við fukti og blámusoppi Orkusparandi - uttan trupulleikar við fukti og blámusoppi
Hvussu byggja vit eini nútímans og vælbjálvaði hús - uttan fukttrupulleikar og blámusopp? Tað eru spurningar, sum skulu svarast á orkukvøldi í Norðurlandahúsinum næsta mikukvøld.
Vilmund Jacobsen
24. apríl 2019 kl. 10:17
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
4. november kl. 23:26
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
3. november kl. 14:11
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
4. november kl. 22:29
Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl
3. november kl. 19:57
Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni
5. november kl. 19:54
Elisabeth Petersen vann bilin
3. november kl. 13:50
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Sálmar við styrki
3 tímar síðan
Tíðindi
Aksel ger útlendskt øl dýrari
3 tímar síðan
Tíðindi
Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland
4 tímar síðan
Tíðindi
Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst
4 tímar síðan
Tíðindi
Drúgv málsviðgerð og vantandi svar góvu átalur
5 tímar síðan
Lesarabrøv
Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi
5 tímar síðan
Tíðindi
Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi
6 tímar síðan
Tíðindi
Judohetja stillar upp til forsetaval
6 tímar síðan
Fótbóltur
Ási Dam avloysir Ara Olsen
7 tímar síðan
Tíðindi
Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini
7 tímar síðan
Tíðindi
Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd
7 tímar síðan
Tíðindi
Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin
8 tímar síðan