info
Ongi úrslit

Niðurgongdin í ferðavinnuni í Føroyum er ógvuslig

Greining: Betri Banki hevur heitt á Deloitte um at gera eina greining av avleiðingunum av korona fyri føroysku ferðavinnuna og føroyska búskapin. Niðurstøðurnar eru ógvusligar.

Eirikur Lindenskov
1. mai 2020 kl. 07:56
Korona farsóttin hevur havt við sær stórar menniskjasligar kostnaðir kring knøttin, og átøkini at basa smittuni hava havt við sær stórar skerjingar í búskaparliga virkseminum. – Sum banki hava vit áhuga í, at føroyska samfelagið er eitt trygt samfelag við bestu fortreytunum fyri framhaldandi vøkstri. Vit ynsktu tí at fáa til vega eitt búskaparfakligt íkast til kjakið um árinini av koronakreppuni á føroysku ferðavinnuna og avleiðingar av hesum á føroyska búskapin, soleiðis at avgerðirnar verða tiknar á einum so upplýstum grundarlagi sum gjørligt, sigur Sverri Justinussen, deildarleiðari í Betri Banka. Frágreiðingin er lýsandi og grundað á óheftar keldur. Innihaldið umboðar ikki meiningar ella tilmælir hjá høvundunum. Niðurstøður frá greiningini
  • Nýtslan av gistingarhúsum væntast at minka við 80-90% restina av 2020
  • Ógvusliga niðurgongdin í ferðavinnuni fer at minka BTÚ við 400-800 milliónum krónum í 2020
  • Óvist er, um støddin á føroysku hjálparpakkunum er nøktandi
Ferðavinnan var ein av geirunum, sum allarfyrst merkti avleiðingarnar av avmarkingunum fyri ferðing, sum blivu sett í verk fyri at basa korona. Tíverri væntast vinnan eisini at vera lutfalsliga sein at koma fyri seg aftur, tá bann ímóti ferðing helst verður varðveitt í rúma tíð. Haraftrat kann hugsast, at kreppustøðan fer at ávirka vanarnar hjá viðskiftafólkunum við eitt nú færri uttanlandsferðum, í hvussu er upp á stutt og miðal sikt. Føroyska ferðavinnan hevur annars upplivað ein sannførandi vøkstur hesi síðstu sjey árini við árligum vøkstri í inntøkunum frá útlendskum ferðafólkum á 10 prosent. Umframt at hava íbornan møguleika at gerast ein týðandi útflutningsvinna í Føroyum, hevur ferðavinnan víst seg sum ein framúr góður starvskapari seinnu árini. Størv knýtt at innkomandi ferðavinnu eru næstan tvífaldað frá 384 í 2011 til 715 í 2019. Samlaða talið av størvum í høvuðsárstíðini er mett til áleið 1500. Føroyska ferðavinnan er framvegis lutfalsliga lítil. Í 2019 svaraði virðisøkingin frá innkomandi ferðavinnuni til 2,2% av samlaðu virðisøkingini samanborið við 12% í fiskivinnuni. Áðrenn korona rakti vinnuna, bleiv ferðavinnan sædd sum ein av vakstrarmotorunum í føroyska búskapinum. Seinnu árini eru stórar íløgur gjørdar í at víðka um hotelkapasitetin og at styrkja føroyska flogfelagið Atlantic Airways. Samstundis hava Føroyar megnað at sett oyggjarnar á heimskortið sum eitt av heimsins mest áhugaverdu ferðamálum við at gagnnýta virðisløntar lýsingarherferðir. Í 2019 vóru inntøkurnar frá innkomandi ferðavinnuni 784 milliónir krónur. Áðrenn korona rakti vóru útlit til, at umsetningurin fór at økjast til 1,5 miljard krónur í 2025. Ein einføld framrokning av gongdini seinnu árini vísir, at talið av ársverkum tá hevði vaksið til áleið 1.350. Tað svarar til ein árligan vøkstur á 130 størv fram til 2025. Árinini av vaksandi ferðavinnuni røkka tó væl út um vinnuna sjálva. Vegna sambondini millum vinnugeirarnar og avleitt virksemi verður varisliga roknað við einum multiplikator á 1,2, sum merkir, at 1 króna í virðisøking í ferðavinnuni viðførir 20 oyru í avleiddum virksemi. Hesar seinastu mánaðirnar hevur korona farsóttin trýst altjóða og føroyska búskapin út í nýggj farvøtn. Veitingarleiðirnar eru kutaðar av og negativ sjokk til eftirspurningin hava spjatt seg frá Kina til restina av heiminum við ógvusligum og drúgvum fylgjum fyri vøkstur og starvsmøguleikum. Í Føroyum roknaði Búskaparráðið við einum vøkstri á 7% í 2020 innan korona rakti. Tær seinastu framskrivingarnar frá Fíggjarmálaráðnum benda á eina minking í búskaparliga virkseminum á sløk 7% í 2020. Hetta er eitt sera ógvusligt umskifti í útlitunum, tá tað svarar til 3 milliardir krónur minni í virðisskapan í ár. Tað er serliga flutningsvinnan, íroknað flogfeløg, ið eru búskaparliga hart rakt av smittuspjaðingini. Átøkini fyri at steðga smittuni hava havt við sær , at nærmast øll ferðing er hildin uppat. Av tí sama er altjóða ferðavinnan sera hart rakt við skjótt svinnandi umsetningi. Í Føroyum stríðist tann áður blómandi ferðavinnan nú fyri lívinum. Fleiri ár við stórum íløgum í hotelkapasitet, undirstøðukervi og marknaðarføring standa upp á spæl. Kanningar í gistingarhúsvinnuni benda á, at nýtslan av gistingarhúsunum væntast at minka við 80-90% restina av 2020. Hetta viðførir eisini eina ógvusliga minking í virkseminum í restina av geiranum, og uppsagnir eru í væntu. Grundað á sambondini millum ferðavinnuna og aðrar geirar av búskapinum vil ein so ógvuslig niðurgongd eisini fáa fylgjur fyri aðrar vinnur. Mett verður, at ógvusliga niðurgongdin í ferðavinnuni fer at minka bruttotjóðarúrtøkuna (BTÚ) við 400-800 milliónum krónum í 2020. Føroyska landsstýrið hevur lagt fram tveir hjálparpakkar við fíggjarligari hjálp svarandi til beint undir 1% av BTÚ. Hetta vil óivað bøta um mest neiligu búskaparligu avleiðingarnar av korona fyri føroyska búskapin. Í einum norðurlendskum høpi er støddin á føroysku hjálparpakkunum lutfalsliga lítil, og tað er óvist, hvørt teir eru nøktandi til at tryggja, at ferðavinnan kemur fíggjarliga fyri seg aftur eftir korona. Øll greiningin kann lesast her.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan