info
Ongi úrslit

Jan Restorff og Søllerød Kro vinna »The Nordic Prize«

Søllerød Kro, sum havnarmaðurin Jan Restorff stjórnar, varð í kvøld kosin »Ársins matstova í Norðanlondum 2018«.

Eirikur Lindenskov
13. mai 2019 kl. 00:46
Heiðurin fekk matstovan á einum hátíðarhaldi á Restaurant Arakataka í Oslo í kvøld. Tað var Bent Christensen, maðurin handan »Den danske Spiseguide«, sum í 2009 stovnaði viðrislønina, sum nú er latin fyri 10. ferð. Fyrsti vinnarin var Noma, og í fjør fekk føroyska Michelin matstovan Koks heiðurin. Søllerød Kro vann í harðari kapping við Frantzén úr Stokkhólm, Maaemo úr Oslo, Grön úr Helsinki og Óx úr Reykjavík. Tað var Leif Friis Jørgensen frá høvuðsstuðlinum Naturmælk í Danmark, sum handaði virðislønina. Jan Restorff er sum vera man sera fegin um heiðurin: – Eg eri takksamur og errin av at fáa tillutaða hesa virðisløn. Bæði Franzen og Maemo hava tríggjar Michelin stjørnur, og teimum hava vit kappast ímóti. Dómarapanelið hevur vitjað allar tær fimm tilnevndu matstovurnar og mett okkara ta bestu. Tað er heilt fantastiskt fyri okkum á krónni og eitt stórt herðaklapp, eingin nevndur eingin gloymdur, sigur Jan Restorff í stuttari viðmerking.
Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan