info
Ongi úrslit

Innflutningurin av akførum vaksin 175 milliónir

Føroyar innfluttu vørur fyri meira enn 11,9 milliardir krónur frá august í fjør til juli í ár. Tað er ein vøkstur á 11,8 prosent.

Eirikur Lindenskov
17. september 2026 kl. 09:07

Innflutningurin av akførum vaks 175,5 milliónir krónur í uppgerðarárinum frá august 2025 til juli 2026.

Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya.

Samlaði innflutningurin var góðar 11,9 milliardir krónur. Tað eru knappar 1,3 milliardir krónur meira enn undanfarna 12-mánaðarskeið. Vøksturin svarar til 11,8 prosent.

Innflutningsvirðið vaks í øllum høvuðsvørubólkum uttan í bólkinum fyri ídnaðarvørur, sum eru flokkaðar eftir ráevni.

Innflutningurin av matvørum og livandi djórum vaks góðar 231 milliónir krónur, ella 9,6 prosent. Av hesum stava 171 milliónir krónur frá fiski, sum er innfluttur til virkingar í Føroyum.

Virðið á innfluttari djóra- og plantuolju vaks knappar 159 milliónir krónur. Hetta stavar fyri tað mesta frá rapsolju.

Innflutningurin úr ES vaks meira enn 300 milliónir krónur. Innflutningurin av oljuúrdráttum úr ES vaks knappar 141 milliónir krónur, meðan innflutningurin av akførum vaks nærum 142 milliónir krónur.

Innflutningurin úr øðrum londum í Evropa vaks 158 milliónir krónur. Talan var serliga um djóraolju og serligar maskinur til ídnaðarbrúk.

Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðan summarið 2024 og er nú umleið 440 milliónir krónur um mánaðin. Tað er á leið sama støði sum undan 2022.

Innflutningurin úr evropeiskum londum uttan fyri ES er samstundis vaksin úr umleið 100 milliónum krónum upp í umleið 250 milliónir krónur um mánaðin seinastu árini.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan