info
Ongi úrslit

Hesi sjey manna nýggja landsstýrið

Fimm menn og tvær kvinnur manna nýggja landsstýrið, sum verður tilnevnt eftir at løgmaður er valdur á tingfundi mánadagin

Eirikur Lindenskov
9. apríl 2026 kl. 15:59

Hóast tað ikki er endaliga váttað, so kunnu vit avdúka, at tað eru hesi sjeyfólkini, sum skulu manna nýggja landsstýrið.

Hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum er tað tey valdu tingfólkini, sum velja landsstýrisfólkini. Hjá Javnaðarflokkinum er tað floksformaðurin, sum velur tú fólkini, sum skulu í landsstýrið, sum floksleiðslan síðani skal góðkenna. Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum er hægsti myndugleiki í flokkinum millum landsfundirnar, og hon kemur saman í kvøld at taka støðu til uppskotið hjá Aksel V. Johannesen. Hetta verður verður mett sum ein formalitetur.

Landsstýrið verður mannað soleiðis: 

Fólkaflokkurin:

Beinir Johannesen, løgmaður.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður. Fer millum annað at umsita mentamál, skúlamál, útbúgving og kirkjumál.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Fer millum annað at umsita vinnumál, samferðslumál og útlendingaøkið

Sambandsflokkurin:

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í millum annað uttanríkismálum og fiskivinnumálum

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, fer millum annað at umsita heilsumál.

Javnaðarflokkurin:

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, fer millum annað at umsita fíggjarmál.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, fer millum annað at umsita almannamál.

Beinir Johannesen fer at tilnevna landsstýrisfólkini mánadagin, tá hann er valdur til løgmann.

Løgtingið kemur saman mánadagin klokkn 10, sum ásett er í stýrisskipanini. Sjálvt um flokkarnir eru lidnir við samgonguskjalið og klárir at skipa samgongu, so kann Løgtingið ikki kallast saman fyrr enn mánadagin klokkan. Løgmaður er tann einasti, sum hevur heimild at kalla tingið saman, men Aksel V. Johannesen hevur mist ta heimildina, tí hann hevur lagt frá sær sum løgmaður og er bara virkandi løgmaður.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

8 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan