info
Ongi úrslit

Ellisakfør: Bedford lastbilur frá 1951

Valdimar Valdimarsson á Signabø og Stig Hansen á Argj­um eiga ein Bedford MLT lastbil frá 1951. Bil­ur­in hevur verið í Føroyum síðan 2007

Magnus Gunnarsson
2. januar 2026 kl. 22:05

Fyrsti føroyski eigarin av bilinum var Sigmund Han­sen í Kollafirði. Sigmund hevði Bedford lastbilin hjá pápa sín­um, Tórur Hansen í Leynum, í huga, tá hann fór at leita sær á net­i­num eftir einum sama slag bili.
Søgan um bilin hjá Tóri Hansen er tann, at tað var Sig­mund Jacobsen í Leynum, ið keypti bilin sum nýggjan í 1948. Hann hevði tá nummarplátuna 266 (við eini hond framman fyri numm­ari­num). Eftir at Sigmund doyði av vanlukku í 1953, koyrdi Tórur Hansen bilin, sum í 1954 bleiv skrásettur í han­sara navni við nummarplátuni Fø 404.
Sigmund Hansen fann bilin, sum hann leitaði eftir á eini norsk­ari heimasíðu. Talan var um ein Bedford MLT frá 1951. Bil­ur­in fór úr Oslo til Frederikshavn í Norðurjútlandi. Haðani til Hants­holm og heim við Norrønu og var her 21. mai 2007.
Bilurin stóð í garasjuni í eina tíð. Setrini vórðu send til ein polstr­ara á Skála, sum polstraði tey av nýggjum. Tá bil­ur­in var klárur, fekk hann nummarplátuna Fø 404 eins og bil­ur­in hjá pápanum.
Bilurin hevur motor við 6-sylindarum og 75 hk. Hann er lágt gear­aður og koyrir einans 55 km/t á sløttum við fullari ferð. Hes­in kann vippa lastina afturav. Tað var ikki sjálvsagt tá í tíð­ini. Í gomlum lýsingum sæst, at lastbilaeigarar lýsa við at bil­urin hevur vippu, sum var nakað nýtt tá.
Gundur Johanneson á Signabø keypti seinni bilin frá Sig­mundi. Hann gjørdi ymiskt við bilin og fekk hann lakkeraðan av nýggj­um. Nakað eftir at Gundur andaðist í 2019, varð bil­ur­in settur til sølu, og teir báðir Valdimar Valdimarsson og Stig Hansen keyptu bilin. 
Valdimar og Stig eru limur í Føroya Ellisakførum, har teir hava pláss til bilin í hølunum hjá felagnum undir Gráasteini. Teir eru eisini við bilinum til flaggdagskoyring og til onnur til­tøk hjá felagnum.

Um Bedford
Bedford bilarnir vórðu fram­leidd­ir av Vauxhall Mot­ors Ltd. í Luton í Ong­landi, sum var partur av General Motors. Fram­leiðsl­an av Bedford byrjaði 1931 við tí end­a­málið at gera  vinnubilar sum t.d. vøru­bil­ar og lastbilar.
Frá síðst í 1940-unum til síðst í 1960-unum vóru Bedford last­bil­ar­nir nógv at síggja á før­oysku vegunum. Teir koyrdu t.d. fisk og kol og annars sum ar­beiðs­bil­ar.
Tórshavnar Sløkk­i­lið fekk ein Bed­ford brand­bil í 1948 eins Tórs­havn­ar komm­una fekk ein Bed­ford lík­bil, sum var fyrsti lík­­bil­ur í Før­­oyu­m. Áðr­enn tað vóru last­bil­ar nýtt­ir til lí­k­koyring.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

8 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

9 tímar síðan