info
Ongi úrslit
© Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix
Elbilar, sum kosta meira enn umleið 366.000 danskar krónur, kunnu gerast dýrari frá 1. januar 2027, um ætlanin hjá donsku stjórnini verður samtykt.

Danmark: Dýrari at keypa elbil frá nýggjárinum

Danska stjórnin ætlar ikki at leingja serligu avgjaldsskipanina fyri elbilar. Tað kann gera fleiri væl umtóktar elbilar nógv dýrari frá 1. januar 2027.

Eirikur Lindenskov
29. september 2026 kl. 06:55

Um danska stjórnin fær sín vilja, verður dýrari at keypa fleiri sløg av elbilum eftir nýggjár.

Stjórnin ætlar nevniliga ikki enn eina ferð at útseta stigvísu hækkingina av skrásetingargjaldinum á elbilum. Hetta er partur av fíggingini av fíggjarlógaruppskotinum, sum stjórnin væntandi leggur fram skjótt, upplýsa fýra ráðharrar fyri Berlingske.

Broytingin fer serliga at raka elbilar í dýrara endanum. Sambært uppskotinum verða elbilar, sum kosta meira enn umleið 366.000 danskar krónur, dýrari frá 2027.

Elbilar hava higartil havt munandi lægri skrásetingargjald enn bensin- og dieselbilar. Endamálið hevur verið at fáa fleiri danir at velja elbil og harvið skunda undir grønu umleggingina.

Avgjaldið skuldi upprunaliga hækka stigvíst frá 2026, men við fíggjarlógaravtaluni fyri 2026 varð hækkingin útsett eitt ár. Samstundis varð ein serfrøðingabólkur settur at kanna eina nýggja og varandi skipan fyri bilavgjøld. Arbeiðið hjá bólkinum er ikki liðugt enn.

Tesla kann gerast 28.000 krónur dýrari

FDM hevur roknað upp á, hvat broytingin kann merkja fyri nakrar vanligar elbilar.

Ein VW ID.4 Style kann fáa umleið 10.300 krónur meira í avgjaldi, meðan ein Tesla Model Y Long Range við fýrahjólstrekki kann gerast knappar 28.000 krónur dýrari.

FDM hevur áður víst á, at ein elbilur, sum í 2026 kostar 400.000 krónur, við óbroyttum bilprísi kann koma upp í knappar 425.000 krónur í 2027. Ein bilur til 500.000 krónur kann koma upp í umleið 545.000 krónur. Tó kunnu bilframleiðarar og innflytarar broyta sínar prísir, so avgjaldshækkingin nýtist ikki at síggjast krónu fyri krónu í søluprísinum.

Bilvinnan er ónøgd við ætlanina. Mads Rørvig, stjóri í Mobility Denmark, heldur, at stjórnin við uppskotinum revsar tey, sum hava valt grønu loysnina.

Dansk Industri finst eisini at ætlanini og vísir á, at stjórnin enn bíðar eftir tilmælunum frá serfrøðingabólkinum um framtíðar bilavgjøld.

Pengarnir frá hægri elbilavgjøldum skulu saman við øðrum tiltøkum vera við til at fíggja millum annað ókeypis tannlækna, lægri skatt og grøna umlegging av danska landbúnaðinum.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan